Ein áhugaverd og heit uppliving.
Borgin, sum er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, er bygd seint í 16. øld av portugisum og hevur seinni verið undir skiftandi ræði. Framsýningar inni í borgini umboða hvør í sínum lagi hetta.
Somuleiðis var ein stuttur túrur ígjøgnum ein part av gamla býnum. Eisini áhugavert. Ikki minst áhugavert er at eygleiða býin, sum ígjøgnum øldirnar hevur verið ein multikulturellur handilsstaður. Og multikulturellur er býurin eisini í dag. Tað sæst millum annað á bygningunum. Íblástur úr ymiskum mentanum sæst, men greiðast sæst íblásturin frá arabiska heiminum.
360
396
195
42
9